top of page
< Back

Alisa
Vesenberg

Binding, lívsgóðska og sjálvskærleiki

Alisa er ein lívsglað og kreativ kvinna, sum leggur stóran dent á at røra seg, fyrst og fremst sum eina íløgu í framtíðina og fyri at trívast í tí dagliga. Á hennara vanga kemur tú inn í ein litríkan og stuttligan heim, har binding er meira enn bara eitt ítriv - tað er ein lívsstílur. Hennara innihald á sosialum miðlum snúgva seg serliga um binding, bæði við íblástri, lærdómi og skemti.


Hon megnar at sameina tað stuttliga við tað álvarsama, so innihaldið verður persónligt, viðkomandi og undirhaldandi. Alisa ynskir at eggja øðrum til betri sjálvskærleika, at venda sær móti tí góða í lívinum, og at hava eina jaliga tankagongd.


Eitt sitat, ið lýsir Alisu sera væl, er: “Tað er nógv stuttligari at telja eygu enn at telja trupulleikar.”

2025 by VIÐ
bottom of page