top of page
< Back

Ása
Hansen

Vakurleiki, veruleiki og undirhald

Ása er ein lívlig, erlig og ágrýtin kvinna, sum torir at vísa bæði vakurleika og veruleika.
Hon hevur eina smittandi orku, sum ger hennara innihald bæði nærverandi og undirhaldandi.

Gerandisdagurin hjá Ásu er fullur av lívi, familjan og alt tað, sum fylgir við.
Hóast uppgávurnar eru nógvar, finnur hon altíð tíð til sín kreativa pall; at gera innihald til Instagram og TikTok.


Hon elskar alt, sum hevur við vakurleika at gera, frá húðrøkt og makeup til klæðir og negl, men leggur samstundis dent á at vísa, at vakurleiki eisini liggur í teimum ófiltreraðu løtunum.
Ása er bæði stuttlig og jalig, men eisini seriøs, og tá hon ger okkurt, fer hon all in.


Við sínum innihaldi vísir hon, at lívið ikki er perfekt, hóast tað kann síggja soleiðis út, á sosialum miðlum. Hon deilir bæði rokið, óruddið og tær løturnar, har orkan er burtur, alt fyri at minna fylgjararnar á, at tú ert nóg góður, júst sum tú ert.

2025 by VIÐ
bottom of page