top of page
< Back

Diana
Jógvansdóttir

Rørsla, styrki og lívsgleði í hvørjum stevi

Diana er útbúgvin persónligur venjari og renni-coach, og hevur hon eitt serligt flog fyri, at við gleði og motivatión fáa onnur at røra seg. Við drúgvum royndum sum dansari og koreografur hevur hon eisini eitt kreativt eyga, ið ger venjingarnar, sum hon stendur fyri, bæði fjølbroyttar og stuttligar.


Umframt at hava arbeitt sum persónligur venjari og staðið fyri serkendum Fitness-skeiðum til kvinnur í nógv ár, hevur hon nýliga tikið skeið innan Reformer Pilates. Nú er hon høvuðsstovnari og høvuðsvenjari í nýggja Reformer Pilates studioinum, ‘Reformer Pilates Føroyar’.


Á sosialum miðlum deilir hon bæði venjingar, rennitúrar og løtur, har hon bara nýtur lívið – altíð við einum stórum smíli.


Diana livir við stórari lívsgleði, og hennara fylgjarar fáa altíð bæði íblástur og ein góðan hugburð við á vegnum.

2025 by VIÐ
bottom of page