top of page
< Back

Cecilia Nolsøe
Sørensen

Fíggjarligt frælsi, opinleiki og íblástur

Tey flestu kenna Ceciliu sum Fíggjarligt frælsi á Instagram. Hon er ein dugnalig og røsk kvinna, sum tosar opið um fíggjarviðurskifti – eitt evni, sum ofta er trupult at skilja og sum vit vanliga ikki tosa nógv um.


Við sínum jaliga lyndi og ágrýtni, ger hon tað lættari fyri onnur at skilja eginbúskap, og gevur hon bæði íblástur og góð ráð til, hvussu fólk kunnu fáa betri tamarhald á pengum sínum.


Cecilia brennir fyri at læra fólk at verða meira tilvitað um fíggjarviðurskifti og at byggja eina tryggari framtíð. Hon vil vísa, at tað loysir seg at tosa um pengar, og at fíggjarligt frælsi er nakað, sum øll kunnu arbeiða seg móti.

2025 by VIÐ
bottom of page