top of page
< Back

Malan
Eyðunsdóttir

Tónleikur, venjing, upplivingar og lívsgleði

Malan er ein kvinna við góðum lívsroyndum og einum opnum lyndi, sum smittar. Hon hevur funnið gleðina við at venja og brúkar eisini nógv av síni frítíð í Burn Fitness, har hon heldur seg bæði sterka og virkna.


Tónleikur hevur altíð verið ein stórur partur av lívinum hjá Maluni, og hon hevur sungið, síðan hon var heilt ung. Ein rødd og ein nærvera, ið nógv í Føroyum longu kenna og seta í samband við góðar løtur.


Maluni dámar væl at ferðast, at uppliva, men eisini at njóta gerandisdagin.


Við sínum jaliga sinni er hon ein fyrimynd fyri kvinnur og vísir á, at lívið eigur at njótast, og at vit eiga at elska okkum sjálvi.

2025 by VIÐ
bottom of page