top of page
< Back

Rebekka
Lydersen

Make-up, visuelt og skapandi innihald, og hugni

Rebekka hevur eitt brennandi hjarta fyri make-up og dugir ótrúliga væl at lyfta fram tað vakra í hvørjum einasta smáluti. Hon er ein framúr content creator, sum meistrar bæði at filma, klippa og seta seg sjálva framman fyri kameraið á ein natúrligan og fangandi hátt.

Við sínum jaliga og fyrikomandi lyndi fær hon fylgjararnar at kenna seg væl og sum ein part av hennara ferð. Umframt sminku og skapandi innihald dámar henni eisini væl at innrætta heimið, baka og skapa hugnaligar løtur.

Á sosialum miðlum bjóðar hon inn í ein heim fullan av íblástri, estetikki og nærveru – altíð við sínum blíða og heita lyndi.

2025 by VIÐ
bottom of page