top of page
< Back

Rebekka
Ósá

Familjulív, sjálvskærleiki, sálarheilsa og kreativitetur

Rebekka deilir gerandislívið við einum jaligum og opnum lyndi, har familja, matgerð og kreativitetur hava sítt pláss. Á hennara vanga snýr innihaldið seg um sjálvskærleika, at tosa pent við seg sjálva og minnast til at liva lívið, eisini tá tað ikki er “perfekt”.


Hon er opin um sálarheilsu og deilir sínar tankar, sum nógv kunnu kenna seg aftur í. Serliga kvinnur og mammur fáa íblástur frá henni, tí Rebekka vísir á, at eingin mamma ger alt rætt, men at ein mamma altíð ger tað besta, hon megnar.


Við sínum natúrliga lyndi og nærveru vil hon skapa ein felagsskap, har ongin kennir seg einsamallan, og har fylgjarar kunnu finna bæði íblástur og styrki til at góðtaka og elska seg sjálvi.

2025 by VIÐ
bottom of page